Liðini hjá Róa og Óla taptu

Føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vunnu einki stig í kvøld

Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini taptu á útivølli í kvøld.

 

Rói Ellefsen og liðfelagarnir í Hallby taptu í Lund tepurt 30-31 fyri Lugi. Hallby hevði seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist ikki at javna til 31-31.

 

Í steðginum var Lugi á odda 16-15.

 

Rói skoraði fýra mál og legði upp til fimm mál.

 

Hin føroyingurin hjá Hallby, Pætur Mikkjalsson er aftaná skaða klárur aftur. Men hann hevði bara vant tvær ferðir undan dystinum í kvøld, so tað sást ikki nógv til Pætur í kvøld, men tað fer at koma.

 

Hallby er nummar átta í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vóru greiðir favorittar at vinna á Skövde á útvølli, men soleiðis gekk ikki.

 

Skövde vann dystin 33-30. Í steðginum var Skövde á odda 16-14.

 

Hetta er annað tapið á rað hjá Sävehof, ið er nummar trý í deildini við seks stigum fyri fimm dystir.

 

Komandi mánakvøld spælir Sävehof á útivølli móti Alingsås. 

 

Leygardagin 14. oktober tekur Hallby móti Malmö á heimavølli.