Liðini hjá Petur Knudsen og Jens Berthel flyta upp í superliguna

Lyngby og AC Horsens vera at síggja í superliguni komandi kappingarár

Petur Knudsen hevur vegna skaðafráveru ikki verið á vøllinum síðani 24. apríl. 

 

Petur sum hevur skorað seks mál og hevur lagt upp til eitt mál hevur tó nógv at fegnast um, tí hann er nú partur av einum superligahópi í Danmark.

 

Ígjár bleiv tað endaliga staðfest, at Lyngby flytur upp í bestu donsku fótbóltsdeildina. 

 

Lyngby vann 1-0 á FC Fredericia og endaði á øðrum plássi í uppflytingarbólkinum í næstbestu donsku deildini við 63 stigum.

 

Liðið sum gamli HB-venjarin, Jens Berthel Askou er høvuðsvenjari hjá, AC Horsens vann næstbestu deildini við 64 stigum. 

 

Sønderjyske og Vejle endaðu á tveimum teimum aftastu plássunum í superliguni, og skulu tí spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.