Óli var stórskjútti við 13 málum - Liðið hjá Hákuni vann eisini

Sävehof og Füchse Berlin hava vunnið sínar innleiðandi bólkar í EHF European League

Tað gjørdist talan um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bólkaspælinum í EHF European League í kvøld, og bæði Sävehof og Füchse Berlin hava vunnið sínar innleiðandi bólkar. 

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli 36-31 á franska liðnum, Chambery Savoie. Sigurin merkir, at Hákun og liðfelagarnir hava 10 stig fyri fimm dystir, og hava sostatt vunnið innleiðandi bólk G. Berlin var á odda 17-14 í steðginum. 

 

Hákun West av Teigum var effektivur og skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar.

 

Óli Mittún var væl fyri tá hann og liðfelagarnir í Sävehof á heimavølli vunnu stórsigur 40-27 á spanska liðnum, Cuenca.

 

Óli var stórskjútti í kvøld. Hann skoraði heili 13 mál.

 

Í steðginum var alt longu avgjørt. Tá var Sävehof á odda 21-9.

 

Sävehof hevur 10 stig fyri fimm leiktar dystir í bólki C, og teir hava sostatt eisini vunnið sín innleiðandi bólk.