Liðini hjá Johan og Hákuni hittast í finaluni í European League

Jóhan á Plógv Hansen spældi stóran leiklut, meðan Hákun West á Teigum hevði ein minni leiklut, tá Flensburg-Handewitt og Füchse Berlin vunnu greiðar sigrar í hálvfinalunum

Liðini hjá havnarmanninum og hoyvíkinginum hittast í finaluni í EHF European League í Barclay høllini í Hamburg í morgin, sunnudagin klokkan 17.

 

Jóhan á Plógv Hansen stórspældi og skoraði níggju mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu greiðan 38-32 sigur á Dinamo Bukarest úr Rumenia.

 

Í steðginum var Flensburg á odda 18-11, og í seinna hálvleiki helt Flensburg munin.

 

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin vann stórsigur 33-24 á Rhein-Neckar Löwen. Hákun skoraði eitt mál, ið var tað næstseinasta málið í dystinum til støðuna 32-24.

 

Í steðginum var Füchse Berlin á odda 14-9.