Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag givið greiðastu ábendingina um hvussu liðið kemur at síggja út til dysti móti Grikkalandi fríggjakvøldið.
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin á myndini
- Eg taki útgangsstøði í tí liðnum, sum spældi móti Ungarn. Avrikið var somikið gott, at teir hava uppiborið at byrja inni aftur, sigur Lars Olsen, men leggur afturat.
- Tað er kanska á einum plássið, har eg umhugsi at gera broyting, men eg vil ikki koma nærri inn á hvar tað er, sigur Lars Olsen.
Venjingin í dag vísti eisini greitt, at talan verður í størsta mun um sama liðið. Bæði tá talan var um uppspæl og deyðbóltar, so vóru tað tað teir somu ellivu, ið byrjaðu inni móti Ungarn, sum vóru á sama liðið.
Les eisini: Fyrsta gitingin um landsliðið
Bæði Fróði Benjaminsen og Brandur H. Olsen sótu yvir ein part av venjingini við ísposum á tjúkkunum, men í báðum førum er bara talan fyribyrgjandi viðgerð.
- Allir mans eru til reiðar, men onkur hevur eym bein, sigur Lars Olsen.
Landsdysturin móti Grikkalandi verið fríggjadagin klokkan19.45 føroyska tíð.
Føroyska liðið, sum spældi móti Ungarn, og sum helst byrjar inni aftur fríggjakvøldið:
Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson - Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst - Jóan Símun Edmundsson