Viljormur Davidsen hevði leikbann og var ikki við tá lið hansara, Helsingborg tapti 1-2 fyri Degerfors á heimavølli í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Nú bert tveir dystir eru eftir at leika hevur Helsingborg á næstaftasta plássinum bert 17 stig. Degerfors kom við sigrinum upp á 29 stig.
Við sigri á Degerfors í dag hevði Helsingborg kunnað hildið lív í seinasta lítla teoretiska møguleikanum at yvirliva, men soleiðis bleiv ikki, og Helsingborg flytur tí niður í næstbestu deildina.
Helsingborg hevur tapt teir seinastu seks dystirnar, og eru tí sekir í egnum falli.
Steðgurin í bestu deildini bleiv bert kappingarár hjá Helsingborg á hesum sinni.
Helsingborg hevur bert tveir dystir eftir fyri at pynta um. Tann næstseinasti dysturin verður móti Elfsborg á útivølli, mánakvøldið 31. oktober.











