Áskoðaratølini fyri bestu donsku mansdeildina í hondbólti eru nú kunngjørd.
Ikki so óvæntað er tað Aalborg við heimsstjørnuni, Mikkel Hansen sum hevur í miðal flest áskoðarar á heimavølli.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn eru nummar 13 av teimum 14 liðunum á yvirlitinum.
Her er áskoðara-miðaltalið hjá teimum 14 liðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini:
| Nr. | Lið: | Áskoðarar á heimavølli (miðaltal) |
| 1 | Aalborg | 5058 |
| 2 | Skjern | 2518 |
| 3 | Bjerringbro-Silkeborg | 1936 |
| 4 | Fredericia | 1884 |
| 5 | Skanderborg Aarhus | 2259 |
| 6 | Nordsjælland | 1785 |
| 7 | TTH Holstebro | 2004 |
| 8 | GOG | 1986 |
| 9 | SønderjyskE | 1864 |
| 10 | Mors-Thy | 1439 |
| 11 | KIF Kolding | 1726 |
| 12 | Ribe-Esbjerg HH | 1016 |
| 13 | Lemvig-Thyborøn | 970 |
| 14 | TMS Ringsted | 640 |











