Ein føroyskur landsliðsleikari spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Talan er um Vilhelm Poulsen, ið spælir við Lemvig-Thyborøn.
Hbold hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu nógvar áskoðarar tey 14 liðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hava.
Og staðfestast má, at liðið hjá Vilhelm hevur næstfægst áskoðarar. Talan er um eitt snitt á 975 áskoðarar.
Í kvøld klokkan 18.30 hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Ringsted.
Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 11 stigum. Beint frammanfyri eru Lemvig-Thyborøn eru Kolding og Nordsjælland við 14 stigum hvør.
| Nr. | Felag: | Áskoðarar |
|---|---|---|
| 1 | Aalborg | 5105 |
| 2 | Skjern | 2591 |
| 3 | TTH Holstebro | 2079 |
| 4 | Bjerringbro/Silkeborg | 2031 |
| 5 | KIF Kolding | 1988 |
| 6 | SAH | 1951 |
| 7 | Fredericia Håndbold | 1887 |
| 8 | GOG | 1810 |
| 9 | SønderjyskE | 1768 |
| 10 | Nordsjælland | 1602 |
| 11 | Mors-Thy Håndbold | 1434 |
| 12 | Ribe-Esbjerg HH | 1218 |
| 13 | Lemvig-Thyborøn | 975 |
| 14 | TMS Ringsted | 748 |
Kelda: hbold











