Liðið hjá Teis og Sjúrði skoraði sigursmálið í allarseinastu løtu

TM Tønder vann ein sera týdningarmiklan sigur í botnstríðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál og Sjúrður Olsen skoraði eitt mál tá lið teirra, TM Tønder vann ein sera týdningarmiklan 26-25 sigur á HEI Skæring í dysti á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tá ein minuttur var eftir var HEI Skæring á odda 25-24. Teis Horn Rasmussen javnaði til 25-25 tá 34 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist Tønder at vinna bóltin frá HEI Skæring, og tá klokkan vísti 59:57 hamraði Jesper Redlefsen bóltin í netið til endaliga úrslitið 26-25, og so kundu Teis, Sjúrður og hinir hjá Tønder stórfegnast um ein sera týðandi sigur. 

 

Í fyrra hálvleiki var HEI Skæring betra liðið, og teir vóru á odda 16-12 í steðginum. Tá 10 minuttir vóru eftir var HEI Skæring á odda 24-20, so seinastu 10 minuttirnir vóru framúr hjá Tønder. 

 

Sunnudagin klokkan 14.30 verður føroyingauppgerð í Odder millum liðið hjá Leivi Mortensen, Odder og TM Tønder.

 

Nr.Lið: DystirStig
1HC Midtjylland2138
2Team Sydhavsøerne2231
3HØJ 2230
4Grindsted GIF2230
5IK Skovbakken2224
6Otterup HK2222
7Ajax 2119
8HEI, Skæring2218
9TM Tønder2218
10Odder2018
11FIF2216
12Roskilde2115
13Vendsyssel2213
14HC Odense2110