Liðið hjá Stefani Radosavljevic, Sligo Rovers er leyst av niðurflytingarspøkilsinum.
Við javnleiki 0-0 á heimavølli móti Drogheda hevur Sligo Rovers á triðaftasta plássinum 37 stig.
Cork á næstaftasta plássinum hevur 30 stig og hevur bert tveir dystir eftir at leika. Tískil kann Cork fáa í mesta lagi 36 stig. Tí verður tað Cork sum kemur at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr næstbestu deildini.
Komandi fríggjakvøld spælir Sligo Rovers á útivølli móti Shamrock Rovers, ið er staðfestur írskur meistari í mansfótbólti 2023.











