Liðið hjá Sasja endaði á einum 10. plássi

Lugi slapp undan uppflytingardystum

Í kvøld spældu landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í Lugi seinasta dystin í grundspælinum í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Lugi vann í kvøld stórsigur 39-25 á IFK Karlskrona á útivølli. Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 19-16 til Lugi.

 

Landsliðsleikarin hjá Kosovo, Leonard Gegaj skoraði heili 20 mál fyri Lugi. Talan er um met í søguni hjá Lugi.

 

Sami Leonard Gegaj møtir Føroyum saman við landsliðsliðfeløgum sínum. Tað verður 8. mai. Tí eiga vit føroyingar alt annað enn at kanna okkum bitan ov tíðliga.

 

Lugi endaði á einum 10. plássi í grundspælinum. Sasja og liðfelagarnir sleppa sostatt undan at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand