Liðið hjá Róa heldur fast í oddasessinum

HØJ er í harðari kapprenning við Ringsted og Skive um beinleiðis uppflyting til bestu donsku hondbóltsdeildina

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ halda fast í oddasessinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag vann HØJ 27-24 á Tønder á útivølli. Í steðginum hevði HØJ eina greiða leiðslu, 15-9. 

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag.

 

HØJ er í harðari kapprenning við Ringsted og Skive um at tryggja sær fyrsta plássið, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Nummar tvey og trý skulu spæla móti liðum úr bestu deildini, og tað er sum oftast liðið úr bestu deildini, ið samlað vinnur tær uppgerðirnar. 

 

Komandi leygardag spælir HØJ, ið er fremst við 17 stigum toppuppgerð á heimavølli móti Skive, ið er nummar trý við 14 stigum. 

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.LIÐ:DystirStig 
1HØJ 1017
2TMS Ringsted1016
3Skive fH1014
4Team Sydhavsøerne1012
5Rækker Mølle1010
6FIF1010
7Aarhus HC1010
8IK Skovbakken119
9TM Tønder109
10Otterup HK107
11Grindsted107
12Odder 106
13Roskilde115