Meðan Petur Knudsen var á ferð við føroyska landsliðnum í Kekkia spældu liðfelagar hansara í El Paso í Western Conference í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini ein avgerandi dyst á útivølli móti Oakland Roots.
Tað eydnaðist El Paso at vinna 2-1 á Oakland Roots. Harvið endaði El Paso á einum sjeynda plássi í Western Conference, og harvið vunnu teir seg í endaspælið.
El Paso møtir í Play Off dyst, ið verður leikt á útivølli liðnum sum endaði á einum øðrum plássi í Western Conference, nevnliga Orange County.
Dysturin verður spældur komandi sunnudag klokkan hálvgum fýra um morgunin okkara tíð.