Liðið hjá Paula Mittún er hart rakt av skaðum

Tveir leikarar hjá Team Sydhavsøerne hava slitið krossbandið

Seinnapartin klokkan 14 skulu Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spæla dyst á útivølli móti Odder í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Team Sydhavsøerne síðani 16. desember.

 

Fyritreytirnar eru tó broyttar til tað verra hjá Paula og teimum. Tveir liðfelagar hava nevnliga fingið álvarsligar og drúgvar skaðar.

 

Gustav Murel og Malthe Højgaard hava báðir slitið krossbandið, og tað hendi innanfyri tveir dagar.

 

Bara í februar skal liðið spæla seks dystir, so tað kom sera dátt við hjá Team Sydhavsøerne.