Liðið hjá Óla vann stórsigur - Liðið hjá Róa tapti

Sävehof vann stórsigur á Önnered og Hallby tapti móti HF Karlskrona

Tað gekk misjavnt hjá systkinabørnunum úr Hoyvík í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á útivølli stórsigur 36-23 á Önnered. Í steðginum var Sävehof á odda 17-12.

 

Óli gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Sävehof. Hann skoraði sjey mál og legði upp til tvey mál.

 

Sävehof er saman við AMO og Hammarby fremst í deildini við seks stigum

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vóru fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið, tá teir á útivølli taptu 25-30 móti Karlskrona. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-10.

 

Rói skoraði eitt mál og legði upp til fýra mál.

 

Hallby hevur fýra stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar.