VIDEO: Liðið hjá Mikkjali vendi 1-3 til 4-3 og vann ein ótrúiligan sigur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-IFK Norrköping 4-3 (0-1)

Høvuðsvenjarin hjá AIK Stockholm, Mikkjal K. Thomassen kann stórfegnast saman við leikarunum og viðhaldsfólkunum.

 

AIK var á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum aftanfyri 1-3 móti IFK Norrköking, men tað eydnaðist at vinna dystin 4-3, og hevur AIK fullan pott, seks stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Tá 25 minuttir vóru farnir av dystinum legði Norrköking seg á odda við einum sjálvmáli. Aron Csongvai javnaði til 1-1 í 59. minutti, men 12 minuttir seinni hevði útiliðið skotið tvey mál, og tá sá svart út hjá Mikkjali og hansara monnum. Men AIK reisti seg úr øskuni. Í 74. minutti minkaði John Guidetti um munin til 2-3, og tá 85 minuttir vóru leiktir javnaði danski Mads Thychosen til 3-3. Og beint áðrenn vanliga leiktíðin var farin gjørdist norski Johan Hove tann stóra hetjan, tá hann skoraði sigursmálið til 4-3.

 

Komandi sunnudag fær AIK vitjan av verandi meistarunum, Malmö FF. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá ótrúliga 4-3 sigrinum hjá AIK. Mikkjal sæst stórfegnast um sigursmálið:

 

##med2##