Aftaná 11 dystir er liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm framvegis ósigrað í bestu svensku fótbóltsdeildini.
AIK hevði í kvøld torføran útidyst á útivølli móti verandi meistarunum, Malmö FF. Dysturin endaði við málleysum javnleiki.
Malmö hevði bóltin 63 prosent av tíðini, og heimaliðið hevði eisini fleiri royndir enn AIK. Men tað er sera torført at bróta liðið hjá Mikkjali niður.
Aftaná seks sigrar og fimm javnleikur hevur AIK 23 stig á øðrum plássinum. Mjällby er fremst í deildini við 26 stigum. Elfsborg hevur 22 stig og Hammarby hevur 21 stig. Malmö hevur 19 stig á fimta plássinum.
Sunnudagin klokkan 15.30 er grannauppgerð á skránni. Tá spælir AIK dyst á útivølli móti Brommapojkarna.