Liðið hjá Kaj Leo er framvegis í niðurflytingarvanda

Njarðvík tapti fyri Leiknir og er í harðari kapprenning fyri at sleppa undan niðurflyting

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík eru í harðari kapprenning fyri at sleppa undan niðurflyting úr næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Njarðvík tapti í dag greitt 2-4 fyri Leiknir á heimavølli. Leiknir var á odda 2-1 í steðginum.

 

Njarðvik er triðaftast í deildini við 23 stigum. Nú tvey umfør eru eftir at leika hava fýra lið 23 stig, eitt hevur 24 stig og eitt hevur 25 stig, so tað er háspenningur um hvør skal fylgja Ægir niður í triðbestu deildina.

 

Komandi leygardag hevur Njarðvík torføran heimadyst móti oddaliðnum Akranes.

 

Støðan í næstbestu íslendsku deildini: 

 

LiðDystirMálmunur
Akranes2046:2843 Stig
Afturelding2054:3140
Fjölnir2049:3136
Vestri2033:2433
Leiknir R.2041:3532
Grindavík2025:3425
Þór2024:3824
Þróttur R.2042:4323
Grótta2032:3323
Njarðvík2034:3923
Selfoss2035:4523
Ægir2023:57 (9 stig)