Liðið hjá Jóhan vann stórsigur á liðnum hjá Óla

Sävehof skoraði 30 mál, men lat 41 mál inn móti Flensburg-Handewitt

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof megnaðu einki at gera móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í fyrru fjórðingsfinaluni í EHF European League.

 

Frammanfyri 4.000 áskoðarum í Partille, ið var ein metstór áskoðarafjøld vann Flensburg-Handewitt stórsigur 41-30 á Sävehof. Í steðginum var Flensburg á odda 22-14.

 

Sävehof skoraði upp á 30 av 47 málroyndir, meðan Flensburg skoraði upp á 41 av 54 málroyndum.

 

Óli gjørdist saman við Emil Berlin toppskjútti hjá Sävehof við seks málum. 

 

"Sävehof fall tungt móti stórliðnum" er yvirskriftin hjá Göteborgsposten um dystin í Partille í kvøld. 

 

Returdysturin í Flensburg verður leiktur komandi týsdag klokkan 17.45. Tað er lítið at ivast í, at Jóhan og liðfelagarnir vinna seg til Final Four.

 

Sävehof fær høvið at reisa seg aftur komandi fríggjakvøld klokkan 18. Tá spæla teir aðru hálvfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Kristianstad. Sävehof vann 1. hálvfinaluna, har spælt verður best av fimm dystum.