Liðið hjá Jóan Símuni snávaði móti botnliði

Annan dystin á rað leikti Shkupi javnleik 0-0 móti einum botnliði

Tíðliga í dag spældi liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Shkupi dyst í bestu norðurmakedonsku deildini.

 

Tað var eitt vónbrot fyri Jóan Símun og liðfelagarnir í Shkupi at leika javnt 0-0 móti Tikvesh á heimavølli farna sunnudag. 

 

Men í dag hendi sami skaði á útivølli móti botnliðnum, Bregalnica Stip. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.

 

Jóan Símun kom á vøllin tá 57 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Úrslitið førdi til, at Shkupi datt av fyrsta plássinum og niður á annað plássið í deildini. 

 

Kappingarneytin, Struga vann 2-1 á Makedonija GP á heimavølli, og er nú oddalið við 45 stigum.

 

Shkupi er nummar tvey í deildini við 44 stigum. Nummar trý er Shkendija við 43 stigum. Meistaraskapsstríðið stendur millum hesi trý liðini. Gostivar á fjórða plássinum hevur bert 30 stig.

 

Komandi sunnudag tekur Shkupi móti Robotnicki á heimavølli.