Liðið hjá Jóan Símuni endaði á einum triðja plássi

Shkupi vann á Struga á útivølli í seinasta umfarinum

Kappingin í bestu fótbóltsdeildini í Norðurmakedonia endaði í dag, og tað endaði við einum triðja plássi til liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Shkupi.

 

Shkupi uttan Jóan Símun í hópinum vann í seinasta umfarinum ein flottan 2-1 (1-1) sigur á Struga á útivølli. 

 

Shkupi endaði á einum triðja plássi við 62 stigum, tveimum stigum færri enn Struga og Shkendija, ið hava 64 stig hvør.

 

Shkupi vóru ov óstøðugir seinastu dystirnar í kappingarárinum. Í teimum seinastu seks dystunum fekk Shkupi bara átta av 18 møguligum stigum, og tá er ringt at vinna meistaraheitið.

 

Struga gjørdist meistarar tí teir vóru betri innanhýsis móti Shkendija, ið annars hevði betri málmun enn Struga.