Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV hevur vunnið seg víðari í Europa Cup kappingini við samlaðum 47-43 sigri á grikska liðnum, Ionias.
Ionias skelkaði annars ÍBV við at vinna fyrra dystin úti í Heimey ígjár 21-20 (11-13).
ÍBV var tó væl betra liðið í dag og vann seinna dystin 27-22. ÍBV var á odda 15-11 í steðginum.
Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV hesaferð.
Komandi leygardag leika Ingibjørg og liðfelagarnir á útivølli móti Haukum, ið er liðið hjá Natasju Hammer.