Ingibjørg Olsen var við í hópinum hjá ÍBV, ið vann á heimavølli 30-26 á Stjørnuni í triðju fjórðingsfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Hrafnhildur Hanna Þrastardóttir skoraði heili 15 mál fyri ÍBV.
Gongdin í dystinum var hendan: 1:2, 3:6, 7:9, 10:11, 11:14, 14:16, 19:19, 21:19, 23:20, 26:23, 27:24, 30:26.
ÍBV hevur sostatt vunnið seg í hálvfinalurnar við samlaðum 2-1 sigri í fjórðingsfinaluuppgerðunum.
Stjarnan vann fyrstu fjórðingsfinaluna 28-22 (17-11). ÍBV vann aðru fjórðingsfinaluna 33-24 (16-12).
ÍBV møtir Fram í hálvfinalunum.