Liðið hjá Ingibjørg er úti av meistarastríðnum

ÍBV tapti eisini triðju hálvfinaluna fyri Fram

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV taptu eisini triðju hálvfinaluna fyri Fram í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Triðja hálvfinalan, ið var leikt í Reykjavík ígjár endaði 27-24 til Fram, ið var á odda 15-12 í steðginum.

 

Hinar hálvfinalurnar vann Fram 20-18 og 28-18. Fram vinnur sostatt hálvfinaluuppgerðirnar 3-0. 

 

Ingibjørg var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV ígjár.