Liðið hjá Hákuni skal spæla HM-finalu

Füchse Berlin vann á Barcelona aftaná longda leiktíð

Füchse Berlin sum hevur føroyska landsliðsleikaran, Hákun West av Teigum í hópinum skal spæla finalu í HM fyri felagslið, eisini nevnt IHF Super Globe, ið er í Saudiarabia í hesum døgum.

 

Seinnapartin vann Füchse Berlin á spanska stórliðnum, Barcelona aftaná longda leiktíð.

 

Füchse Berlin vann 35-34 aftaná 70 minuttirs spæl. Tá vanligi leiktíðin var farin stóð á jøvnum 29-29. Støðan aftaná fyrsta hálvleik var javnleikur 16-16, so tað leikaði javnt á allan dystin.

 

Hans Lindberg gjørdi tað framúr í dag við at skjóta átta mál. Matthias Gidsel var eisini framúr og gjørdist toppskjútti hjá Füchse Berlin við 10 málum.

 

Hákun var ikki millum málskjúttarnar hjá Füchse Berlin í dag.

 

Klokkan 17.15 byrjar hin hálvfinalan, ið er millum Magdeburg og Kielce.

 

Finalan í IHF Super Globe verður leikt í morgin.