Tað er tætt ímillum dystirnar hjá liðnum hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík.
Liðið skal í næstum umframt landskappingardystir eisini spæla dystir í Europa Conference League kappingini og hálvfinalu í steypakappingini.
Gunnar fekk bert nakrar fáar minuttir á vøllinum í kvøld tá Víkingur vann 3-1 á Fylkir á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1. Vónandi er tætta dystarskráin orsøkin til, at Gunnar ikki fekk so nógva spælitíð í kvøld. Hann hevur annars verið fastur maður hjá Víkingi.
Fylkir 1 - 3 Víkingur Reykjavík
0-1 Matthías Vilhjálmsson ('10)
1-1 Óskar Borgþórsson ('12)
1-2 Viktor Örlygur Andrason ('52)
1-3 Ari Sigurpálsson ('95)
Víkingur Reykjavík er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 37 stigum. Teir hava í løtuni átta stig fleiri enn Valur, ið tó hevur spælt ein dyst færri.
Longu mánakvøldið klokkan 20.30 skal Víkingur Reykjavík spæla hálvfinalu í steypakappingini móti KR. Fimm dagar seinni spæla teir útidyst móti Keflavík í bestu deildini, og eftir tað tveir dystir í Europa Conference League undankappingini móti Riga FC úr Lettlandi.










