Liðið hjá Gunnari er ársins ítróttarlið í Íslandi

Fótbóltsliðið hjá Víkingi Reykjavík er ársins lið í øllum liðítrótti í Íslandi

Tað gekk framúr væl hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík.

 

Víkingur vann bæði íslendska meistaraheitið og steypakappingina.

 

Og nú hevur Víkingur fingið enn ein flottan heiður. Víkingur er ársins lið 2023 í øllum liðítrótti í Íslandi. 

 

Kvinnuliðið hjá Víkingi í fótbólti fekk næstflest atkvøður, og mansliðið í kurvabólti hjá Tindastóll fekk triðflestar atkvøður.

 

Nummar seks á yvirlitinum er mansliðið í hondbólti hjá ÍBV, sum við Dánjali Ragnarssyni og Janusi Dam Djurhuus á liðnum vann íslendska meistaraheitið.

 

Venjarin hjá Gunnari og liðfeløgunum í Víkingi, Arn­ar Gunn­laugs­son fekk eisini heiðurin at vera kosin ársins íslendski venjari 2023 í liðítrótti. Arn­ar Gunn­laugs­son vann frammanfyri Þórir Her­geirs­son, ið vann HM-silvur við norska kvinnulandsliðnum í hondbólti.