Liðið hjá Dánjali vann 1. hálvfinaluna

ÍBV vann á Haukum á útivølli

Dánjal Ragnarsson var við í hópinum hjá ÍBV sum ferðaðist úr Vestmannaoyggjunum til Hafnarfjarðar at spæla 1. hálvfinaluna móti Haukum í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV vann dystin 35-30 aftaná eitt sera sannførandi avrik í seinna hálvleiki. Í steðginum vóru Haukar á odda 15-14.

 

Dánjal kom ikki á máltalvuna fyri ÍBV í kvøld.

 

ÍBV spælir 2. hálvfinaluna á heimavølli komandi mikukvøld klokkan 19. 

 

Ein møgulig 3. hálvfinala verður leikt á Hafnarfjørðinum komandi leygardag.