Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so er ein misskiljing í uppteljingini av atkvøðunum í samband við ársins spælara. Tað merkir, at Adeshina Lawal er ársins spælari, og ikki Lukasz Cieslelwicz sum fyrr boðað frá.
Ársins leikari í føroyskum fótbólti 2014 er álopsleikarin hjá B36, Adeshina Lawal, sum í alt ár hevur verið eyðsýndur á meistaraliðnum. Adeshina Lawal kom 13 ferðir á máltalvuna í Effo-deildini, meðan hann eisini legði upp til nógv mál. Adeshina Lawal er bæði fegin og stoltur av heiðrinum, sum ársins leikari í føroyskum fótbólti.
- Tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg eri valdur sum ársins leikari í Føroyum í 2014. Men tó, so eru tað serliga mínir liðfelagar í B36, sum eiga æruna av, at eg eri valdur sum ársins spælari, sigur Adeshina Lawal við VikuskiftisSosialin.
Adeshina Lawal var fyrst og fremst stoltur av, at hann var millum teir tríggjar, ið vóru tilnevndir sum ársins leikari í 2014, tí at hann heldur at tað er ein rúgva av góðum fótbóltsspælarum í Føroyum.
- At eg nú eri valdur til ársins leikara í Føroyum, tá so nógvir aðrir góðir fótbóltsspælarar eru í Effo-deildini, ger bara tað at eg eri eyka stoltur av heiðrinum. Men teir, ið eiga æruna av heiðrinum eru liðfelagarnir og venjararnir í B36, ið hava fingið sum mest burturúr mær, sigur Adeshina Lawal við VikuskiftisSosialin.
Adeshina Lawal hevur skift til ÍF fyri komandi tvey kappingarárini.