Liðformaðurin verður ikki við

Skála, sum ikki enn hevur vunnið, fær seinnapartin vitjan av HB, sum ikki enn hevur tapt

Einasta liðið, sum ikki hevur vunnið higartil í ár, er Skála. Uppflytararnir hava spælt javnt ímóti B68 á útivølli og 07 Vestur á heimavølli, og so hava teir tapt 3-0 á heimavølli ímóti KÍ og 2-1 og 4-2 á útivølli ímóti ávikavíst AB og Víkingi.

 

Í daga verður HB gestur undir Mýruhjalla. HB hevur í øllum fimm umførunum vunnið úrtøku, men tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað kenst at vera vónbrot, tá ið tað á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti EB/Streymi er endað javnt.

 

Hjá Skála kemur tað illa við, at sentrali miðvallarin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen er skaddur. Hann var ikki á vøllinum í seinna hálvleiki, tá ið Skála skírisdag á heimavølli tapti 3-0 ímóti KÍ í steypakappingini. Hinir spælararnir, sum hava verið skaddir, eru tøkir aftur – Teitur R. Joensen og Jan Ingason Hansen.

 

Tá ið HB skírisdag vann stórsigur, 9-1, á heimavølli ímóti FC Suðuroy í steypakappingini, vóru fleiri, sum plaga at vera á beinkinum, millum teir fyrstu ellivu, og fleiri lyklaspælarar vóru leingi á beinkinum.