Eftir tað hevur hann við fylgi verið ein túr í býnum í Havn, vitjað handil hjá Østrøm, etið ein bita og nú klokkan 13 fer hann á fund við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.
Sambært formanninum í uttanlandsnevndini, Jákup Mikkelsen, fara tey millum annað at tosa við uttanríkisráðharran um at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina soleiðis, at Føroyar kunnu gerast limur í eitt nú heimshandilsfelagsskapinum, WTO.
Ásetingar eru í uttanríkispolitisku heimildarlógini sum siga, at Føroyar og Grønland ikki kunnu vera limir í felagsskapum, sum Danmark frammanund er limur í.
– Tað er ein trupulleiki, segði Jákup Mikkelsen við útvarið í gjár.
Jákup Mikkelsen ynskir hesa áseting broytta. Hann segði víðari, at nevndin eisini fer at tosa um yvirtøku av loftrúminum og útlendingalógini.
Klokkan 14:15 verður tíðindafundur í Tinganesi.