Libyski sendiharrin í Beijing, Hussein Sadiq al-Musrati, sigur í kvøld, at Muammar Gaddafi er farin úr Libya. Í samrøðu við arabiska sjónvarpið Al Jazeera sigur sendiharrin, at Gaddafi er á veg til Venesuela.
Tíðindini eru ikki váttað, og higartil er tað bara Al Jazeera, sum hevur borið tíðindini um, at libyski einaræðisharrin er farin úr Libya.
Seif Gadaffi, sum er sonur einaræðisharran, helt í kvøld røðu í tí almenna sjónvarpinum, har hann legði útlendingar undir at skipa fyri ófriðinum í landinum. Hann segði, at herurin hevði ikki fyrireikað seg til mótmælini, og hann bað um umbering fyri, at herurin hevði skotið fólk.
Fyrr í kvøld frættist, at herdeildir í býnum benghazi eru farnar í part við mótmælisfólkinum, og at mótmælini nú hava breitt seg til høvuðsstaðin Tripoli.