Libyski sendimaðurin í Danmark, Muner A. M. Eldawadi, hevur fingið boð um at fara av landinum innan 1. juni. Danmark ger sostatt tað sama sum Svøríki, Bretland, Kanada, Kroatia og Frakland, sum hava koyrt libyskar diplomatar av landinum.
-Okkara avgerð er ein avleiðing av, at stýrið hjá Gaddafi heldur fram við harðskapinum ímóti sivilfólkinum og ikki virðir avgerðirnar hjá ST-trygdarráðnum. Í okkara føri snýr tað seg um ein diplomat, sum styðjar Gaddafi, og sum eisini hevur verið í fjølmiðlunum við stuðuli til hansara, sigur Lene Espersen, uttanríkisráðharri.
Lene Espersen sigur, at Danmark hevur framvegis diplomatiskt samband við Libya, og at nøkur starvsfólk eru eftir á libyska konsulátinum.