Libya vil hava vápnahvíld

Libyska stjórnin vil hava enda á bardøgunum ímillum stjórnarherin og uppreistrarmenninar. Tað segði libyski varauttanríkisráðharrin, Abdelati Obeidi, í kvøld í Athen, har hann hevði havt fund við grikska forsætisráðharran, George Papandreou og onmnur umboð fyri griksku stjórnina.

-Tað er líkt til, at teir libysku myndugleikarnir royna eftir einari loysn, segði grikski uttanríkisráðharin, Dimitris Droutsas. Hann legði afturat, at tað er neyðugt við veruligum royndum fyri at fáa frið og fyri at tryggja støðug viðurskifti í økinum.

Eftir vitjanina í Athen fer Abdelati Obeid til Turkalands og til Malta.