Libya-átakið minnir um krossferðirnar

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, er sera misnøgdur við ST-samtyktina um hernaðarlig átøk ímóti Libya. Eftir hansara tykki minnir samtyktin um tað, sum endaði við krossferðunum í miðøldini. Putin ásannar, at stýrið hjá Gaddafi er ikki demokratiskt, men tað rættvísger ikki eitt hernaðarligt álop á landið, sigur hann.

-Samtyktin hjá ST-trygdarráðnum er skeiv, tí hon loyvir øllum, segði Putin í einari røðu fyri arbeiðsfólkinum á einari vápnaverksmiðju.

Hann legði afturat, at uppílegging í viðurskiftini í øðrum londum er vorðin partur av amerikanska uttanríkispolitikkinum, og at tað, sum hendir við Libya, vísir, at Russland eigur at styrkja sína verju.

Russland hevur sýtingarrætt í ST-trygdarráðnum, men nýtti hann ikki, tá ráðið atkvøddi um Libya.