Á einum hátíðarhaldi seinnapartin lýsti næstformaðurin í libyska skiftisráðnum, Abdel Hadiz Ghoga, Libya sum frælst land. Hátíðarhaldið, sum staðfesti, at 42 ára kúgan undir Muammar Gaddafi er av, var í býnum Benghazi, har uppreisturinm ímóti einaræðisharranum byrjaði í vár.
-Allir pínslarváttar, borgarar og hermenn hava bíðað eftir hesari løtuni, segði Mustafa Jabril, sum er formaður í skiftisráðnum. Hann mælti fólkinum til at vísa tolsemi, semju og fyrigeving í tíðini, til fræls og demokratisk val ætlandi kunnu haldast innan átta mánaðir.
Fólk í tíggjutúsundatali vóru komin saman á Kish-torginum í Benghazi, og mong teirra høvda tað nýggja libyska flaggið við sær.