Libyska leiðslan hevur givið øllum sínum vápnaðu deildum boð um, at landið lýsir vápnahvíld í stríðnum við uppreistrarmenninar. Sagt varð, at vápnahvíldin fekk gildi klokkan sjey í kvøld okkara tíð.
Ein talsmaður fyri herleiðsluna sigur, at stjórnin hevur valt at lýsa vápnahvíld eftir áheitan frá Afrikanska Eindarfelagsskapinum.
Útlendskir eygleiðarar ivast kortini í kunngerðini um vápnahvíld. Teir vísa á, at Libya lýsti eisini vápnahvíld fríggjadagin, men at stjórnarherurin kortini helt fram við bardøgunumn.
Síðani í gjár hava flogfør úr Fraklandi, Bretlandi, Italia og Danmark verið á ferð yvir Libya, og sambært londunum komu øll flogførini aftur í øllum góðum. Herumframt hava amerikonsk og bretsk herskip skotið meiri enn 110 rakettir eftir hernaðarmálum í Libya.