Libyska reiðaríið General National Maritime Transport Company, sum staturin eigur, hevði bílagt eitt 140.000 tons stórt ferðamannaskip, men hevur nú kallað bíleggingina aftur, tí eingir pengar eru at byggja fyri.
Tað skrivar skipasmiðjusamtakið STX Europe, sum skuldi standa fyri byggingini.
Skipið, sum varð bílagt í juni í fjør, skuldi kosta 560 milliónir evrur og skuldi latast eigaranum um hálvtannað ár.
STX sigur, at avgerðin hjá libyska statinum at taka bíleggingina aftur, kemur felagnum illa við, men fær kortini ikki stórvegis fíggjarligar avleiðingar. Felagið leitar nú eftir onkrum, sum kann yvirtaka sáttmálan hjá libyska statinum.