Libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, og stjórn hansara hava í kvøld góðkent eina friðarætlan, sum Afrikanska Samgongan hevur lagt fram. Samgongan hevur sent eina nevnd til Tripoli við suðurafrikanska forsetanum, Jacob Zuma, sum samráðingarleiðara.
Tað er ikki greitt, hvat stendur í ætlanini, sum Jacob Zuma nú skal leggja fyri uppreistrarleiðsluna, sum heldur til í býnum Benghazi.
Herdeildir hjá Gaddafi hava allan dag søkt at býnum Ajdabiya við kanónum, og hermenninir hava tikið seg inn í býin, sum verður hildin at hava sera stóran týdning í stríðnum millum herin og uppreistrarmenninar.