Libya elvir til kreppu í NATO

Átakið í Libya hevur elvt til kreppu í NATO, og eygleiðarar halda, at kreppan er tann ringasta síðani kríggið við Saddam Hussein. Tað eru serliga Frakland og Turkaland, sum elva til trupulleikar. Turkiska stjórnin er sera misnøgd við, at hon ikki varð biðin um at senda umboð á fundin í París seinasta leygardag, har átakið í Libya bleiv lagt til rættis.

Harafturat kemur, at Turkaland hevur serlig atlit at taka, tí at landið er muslimskt eins og Libya og hevur tí betri hug at royna semju við Libya heldur enn álop.

Trupulleikin, sum NATO hevur av Fraklandi, er, at franska stjórnin hevur lítlan hug at lata NATO leiðsluna yvir átakinum í Libya. Nicolas Sarkozy, forseti, vil hava hini londini at lata Frakland yvirtaka leiðsluna, tá USA letur hana frá sær seinni í vikuni.

Men fleiri onnur lond aftra seg við at lata fransmonnum leiðsluna, tí Frakland hevur ikki somu royndir sum NATO at leiða og skipa fyri slíkum átøkum.