Liberal stevna

Torkil Rasmussen vil hava borgarligan politikk á skránna og eina uppgerð við stóru, dýru og oftani óneyðugu fyrisitingina

LØGTINGSVAL
 
Borgarligur politikkur er eitt hugtak, sum vit hoyra javna og kenna til. Kjakið um hvørt tað er rættast at føra borgarligan ella meira sosialistiskan politikk er altíð eitt evni til eitt og hvørt val. Ein rættiligur liberalur og borgarligur politikari ella komandi er ungi havnarmaðurin Torkil Rasmussen. Hann visti longu á heilt ungum aldri, at hann var fólkafloksmaður. Stóra fyrimyndin tá var Òli Breckmann, og í orðum og gerðum minnir Torkil Rasmussen ikki lítið um partapolitisku fyrimyndina.
Torkil tók stigi til at gerast aktivur sum valevni við tí fyri eygað at fáa nakað frá hondini. Tað var ov nemt bert at sita til kaffifundir; neyðugt er at gerast virkin, metir Torkil.
- Hjartamálið er at fáa privatisera tær almennu fyritøkurnar, at fáa skattin niður, fáa eina propertionala skattaskipa við hægri botnfrádrátti, sigur Torkil Rasmussen, sum ynskir eina stigvísa gongd mótvegis hesum góða propertionala skattastiga, har endamálið einaferð frammi í tíðini er at fáa ein stóran botnfrádrátt og so eitt skattaprosent fyri allar inntøkur.
- Eg sum liberalur kann als ikki góðtaka, at upp í 60 kr. av hvørjum hundrað hjá einum arbeiðsmanni verða tiknar frá honum í beinleiðis ella óbeinleiðis skatti. Og hvat fara teir so til? Til at fíggja eina alt ov stóra almenna fyrisiting og til at fíggja allar møguligar almennar stovnar, sum tykjast óneyðugir, sigur Torkil Rasmussen.
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Marknaðartreytir<>
Tá hann sipar til at privatisera almennu fyritøkurnar, so meinar Torkil, at hetta skal gerast í smáum fyri at tryggja ein so góðan prís sum gjørligt. Ì fyrstu atløgu hugsar hann um fyritøkur sum Atlantic Airways, Føroya Banka og aðrar. Og er ikki nóg mikið av fíggjarligari orku at keypa hesi fyri í Føroyum, so heldur Torkil einki vera í vegin fyri, at útlendskir íleggjarar sleppa upp í part.
- Tað skal vera møguleiki hjá øllum at seta pengar, sum hava hug. Hetta er ikki ein tjóðskaparligur spurningur, men ein búskaparligur spurningur, sigur Torkil Rasmussen.
Ábyrgdina fyri, at ongar privatiseringar eru framdar, hóast eitt álit er skrivað, fær Tjóðveldisflokkurin frá Torkili.
Og peningurin, sum kemur inn fyri at selja hesar fyritøkur, skal fyrst og fremst fara til at  gjalda skuldina niður hjá tí almenna og síðani í Landsbankan.
- Fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa nakrar vinnufyritøkur at virka á privatum hondum og undir marknaðartreytum, sigur Torkil Rasmussen.
<I EM dag?< í hava vit sum vælferðarmodellið, sosialistiskum  minni ella meira einum liberala hetta dyrka at trupult ikki tað normal"$?$end$!$Er>
- Longur út í tann liberala partin, tú fer, so fert tú at hoyra til tann partin, sum hálar bandið longst. Har tú veruliga kann fáa nakrar broytingar og ikki kompromiloysnir, sigur Torkil Rasmussen.
Torkil siga seg vilja fáa so nógv sum gjørligt hjá tí almenna út á privatar hendur, men neyðugt er at hava eitt gott sosialt trygdarnet fyri tey, sum veruliga hava brúk fyri tí, metir Torkil.
- Tað eru nakrar tænastu í samfelagnum, sum als ikki kunnu bera seg á almennum hondum, sigur Torkil Rasmussen.
- Vit skulu inn at hyggja í teimum útreiðslutungu økunum hvør tað er, sum kann arbeiða og hvør tað er, sum veruliga hevur brúk fyri hjálp, sigur Torkil.
Hann fegnast eisini um, at í valstríðnum í ár eru onnur og fleiri mál enn loysing og samband komin á dagsskránna.
- Tað sosialistiska modellið endar við húsagangi. Tað hava teir eisini sæð í Danmark, og tí er neyðugt við broytingum, sigur Torkil Rasmussen.
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Sjálvstýrismaður<>
Tá vit royna at fregnast eftir, hvør støðan hjá unga fólkafloksmanninum er viðvíkjandi teirri nógv umrøddu ríkisrættarligu støðuni, so er fyrsta orðið Torkil Rasmussen setir á seg sjálvan: Sjálvstýrismaður.
- Málið skal vera fullveldi, men eg vil ikki seta nakað ávíst áramál á. Vit skulu yvirtaka so hvørt tað er fíggjarliga forsvarligt, sigur Torkil Rasmussen.
Hann sigur tað fyrst og fremst vera av alstórum týdningi, at livistøðið í Føroyum ikki lækkar. Men hann gongur inn fyri loysing.
- Sjálvandi skal ein og hvør tjóð og einstaklingur kunnu sæta sær sjálvum. Tú kanst ikki kalla teg liberalan og liva undir einum øðrum, sigur Torkil Rasmussen.
Hann sigur seg ikki hava álit á dønum: At teir lata heimastýrislógina vera, sum hon er.
- Yvirtøkulógin tryggjar okkum, at vit kunnu gera sum vit vilja sjálvi ? tillaga okkum yvirtøkurnar eftir fíggjarligu støðuni, sigur Torkil Rasmussen.
Torkil heldur tað vera møguligt og neyðugt at yvirtaka í øllum førum Fólkakirkjuna og útlendingamál næstu fýra árini.
Tað er somuleiðis av stórum týdningi sambært Torkili, at blokkurin verður minkaður so líðandi hesi næstu árini.
 
<B STRONG skilagott< normal"$?$end$!$Geografiskt>
Ì løtuni starvast Torkil sum læraravikarur í Tórshavnar kommunuskúla. Hann trívist væl í hesum starvi. Tórshavnar kommunuskúla verður verandi har hann her í nógv ár enn, men tosað hevur nógv at flyta almennar stovnar út um høvuðsstaðin. Torkil Rasmussen heldur Havnina vera skilabesta staðið at hava hesar stovnar.
Men annars eru tað ikki tey nógvu vallyftini, hann hevur til sítt egna valdømi.
-        Føroyar skuldi verið eitt valdømi, sigur Torkil Rasmussen.