Heðin D. Poulsen, Kristina Toftegaard Larsen, Karl A. Olsen og Kári á Rógvi, valevni Sjálvstýrisfloksins
---------------------
Føroyar eru millum mest almennu búskapir í heiminum. Landsstýrið avlagar privatu vinnuna við at lata almennar stovnar átaka sær alt ov nógv, við studningi og reglum, við at gita og siga seg vita betur enn vinna og marknaður. Sjálvstýrisflokkurin heldur, at vit í staðin skulu velja liberala leiðslu.
Liberal leiðsla hevði borðið í sær, at landsstýrisfólk ikki hevði havt ferðaskrivstovu inni í aðalráði sínum. Hvør veit, hvørji átøk eru verd at fremja, hvørjar messur verdar at fara til? Svarið er: ferðavinnan! Politiska leiðslan skal ikki gita, hvat loysir seg í ferðavinnuni. Landsstýrið skal heilt einfalt ‘matcha tað privata’ – innan ávísan karm, skulu vit lata privatum pengar at marknaðarføra ferðavinnuna. Vilja tit brúka eina krónu, fáa tit eina almenna krónu afturat. Satsa tit tykkara pengar, satsa vit okkara – men tit skulu liva av hesum, so tit mugu velja, hvat loysir seg.
Liberal leiðsla er á sama hátt at lata teir mongu hugaðu sjálvsognarstovnarnar og tey mongu áhugafeløgini í landinum sleppa at fremja trivnaðar, mentanar og útbúgvingaruppgávur. Góður sosial-liberalur politikkur er, at landið skal gjalda fyri at geva øllum førleikar og høvi og neyðuga røkt. Men landið skal ikki niður í smálutir at stýra væl virkandi stovnum. Tvørturímóti skulu fleiri stovnar loysast frá miðfyrisitingini. Landsstýrifólk og embætisverk skulu hugsa strategi og fremja neyðugt eftirlit, men ikki virka sum dagligur yvirstýrandi myndugleiki í stórum og smáum.
Vit eru sannførd um, at neyðugt er við reformun á so mongum økjum, harímillum í almenna landsbygnaðinum. Vit vilja fremja liberala leiðslu, tá ið vit verða vald.










