Libanski knúturin

Libansku politikararnir kunnu ikki semjast um, hvussu valdið og tingmannabýtið skal býtast. Í farnu viku varð valið av libanska forsetanum útsett – fyri 13. ferð!

Meðan føroysku floksleiðararnir hava skund at skipa samgongu, so er støðan ein onnur í Libanon. Landið hevur síðan midnátt 23. novembur ´07 verið uttan forseta og í einari politiskari undantaksstøðu. Libansku floksleiðararnir hava verið sera varnir við at geva seg í samráðingunum, sum eru farnar fram. Og sambært libanskum eygleiðarum, so kann hendan støðan halda sær í eitt ár fram ella so – eingin av teimum stóru flokkunum missir stórvegis vald sum støðan nú fyriheldur seg, og partarnir tykjast vera sinnaðir at bíða heilt til valið, sum verður í mai 2009. Um so verður fer tíðin at vísa, næsta høvið at velja forseta og skipa tingið er sett at verða 13. februar. Í øllum førum fór skrivarin í Arabisku Liguni, Amr Moussa, ið hevur roynt at fáa partarnar at røkka eini semju, seinasta vikuskifti til Cairo, uttan at vita nær hann koma aftur til Beirut at royna fleiri samráðingar. Men hvør er so trupulleikin? Tað er ikki so nógv forsetavalevnið, ið er trupulleikin. Hann er funnin. Partarnir eru samdir um Michel Suleiman generalur skal innstillast. Heldur er tað ein røð av øðrum viðurskiftum, ið hava við tingmannabýtið at gera, sum liggja tvørt fyri. Hagtølini, ið eingin torir at savna Í Libanon hevur mann gingið út frá eini fólkauppteljing frá 1932, tá ið mann hevur skipað landsins valdsbýti. Hendan fólkauppteljingin segði, at tey kristnu høvdu ein meiriluta. Av hesi staðfesting bleiv tað til eina »gentleman´s agreement« ella eina politiska siðvenju, at forsetin skuldi verða kristin maronittur, tingformaðurin shiamuslimur og forsætisráðharrin sunnimuslimur. Og líka síðan hava hesi hagtøl verið eitt eymt punkt. Men hetta bleiv broytt í 1990, eftir eitt 15 ára langt borgarakríggj. Tá samdust partarnir um eina aðra skipan, »Ta´if Avtalan«, ið býtti valdið heldur javnari út. Gjøgnum 90ini er tað hent, at shiamuslimarnir og Hizballah undir leiðslu av Nasrallah er komin longri inn í politiska hitan í Beirut. M.a. av hesum hevur eitt stríð tikið seg upp millum shia- og sunnimuslimar. Tað er ein sannroynd, at shiamuslimar er tann størsti trúarbólkurin í Libanon í dag – umleið 1/3 av libanum. Hesin bólkur hevur samstundis verið tann fátækasti, tann mest kúgaði og tann, ið hevur liðið mest undir borgarakrígnum og í stríðnum ímóti Ísrael, sum jú liggur sunnanfyri landið. Nú hevur hesin bólkurin av álvara fingið politiska umboðan í tinginum í Beirut, serliga við felagsskapinum Hizballah. Núverandi kreppan Núverandi kreppan botnar í einum stríði millum sunni og shia-muslimar, ímeðan teir kristnu eru deildir einastaðni ímillum teir báðar størru partarnar. Men í Miðeystri eru tað ofta heilt aðrar maktir, enn sjálvt umtalaða samfelagið og tess fólk, ið gera seg galdandi. Meðan tann sitandi samgongan stiðjar seg til USA, Saudi Arabia og Frakland, so stendur Sýria aftanfyri andstøðuna, har Hizballah standa sterkast. Í farnu viku segði tingformaðurin Nabih Berri við libanska blaðið Daily Star, at bólturin nú lá hjá Sýria og Saudi Arabia. So skjótt hesi báðir partarnir funnu fram til eina semju, so fór ein loysn at koma fram í Beirut. Og loysnin liggur í tingmannabýtinum. Seinasti leisturin, ið samráðingarmenn royndu, ljóðaði á eitt tingmannabýti við 10-10-10. Her skuldi forsetin fáa avgerandi atkvøðuna og sostatt skuldi hann geva politisku skipanini javnvág, og honum sjálvum sera týðandi leiklut. Men tað sigst, at Hizballah ikki vildi góðtóka hendan leistin. Í libansku kreppuni er tað sum við øðrum politiskum kreppum, her er nógv uppá spæl: støðan mótvegis Ísrael, ávirkanin av útlendskum statum/stuðlum og so valdið, ið skal býtast út til politisku eindirnar í landinum. Um andstøðan, við m.ø. Hizballah, fær minniluta í tinginum kann t.d. hin serligi altjóða dómstólurin, ið skal døma í málinum um drápið á fyrrverandi forsætisráðharran, sunnimuslimin Rafiq Hariri, fara av bakkastokki og fáa avleiðingar yviri í Damaskus. Fyri stjórnina í Damaskus hevur tað týdning, at forsetin er vinarliga sinnaður. Men býtið av tingmonnum hevur serstakliga nógv at siga hesum viðvíkjandi. Um býtið verður til fyrimuns fyri núverandi andstøðuna, ið Sýria stuðlar, so kann altjóða dómstólurin hjá ST blíva tamur og avleiðingarnar minni álvarsligar fyri sýrar. Og sum nú er, kann Hizballah fyrireika seg til valið í mai 2009 ella bíða inntil eitt betri tilboð verður lagt fram, tí teir hava lítið at missa. '----------------------- »Damaskus, arabiski mentanarhøvuðsstaðurin 2008« Meðan støðan í Gasa hevur tikið nógv pláss í arabiskum fjølmiðlum í farnu vikuni, so var ein stórsligin mentanarfagnaður settur seinasta vikuskifti á Ummayya-torginum í Damaskus. Ein av mongu luttakarunum er kenda libanska songkvinnan Fairouz. Hendan er heimskend í arabiska heiminum og savnaði sum eingin annar libanska fólkið í tungu árunum frá 1975 til 1990, tá ið borgarakríggið var í landinum. Tí er tað ikki annað enn natúrligt, at kjak í Libanon hevur tikið seg upp um hvørt tað er rætt ella skeivt av henni at luttaka í Damaskus. Í stóra blaðnum al-Hayat fanst tann eini skribenturin at røddum, ið vóru ímóti luttøkuni hjá Fairouz. Hann legði dent á, at hon ikki vitjar eitt harðrent stýri. Men heldur, at hon luttekur á einum tiltaki, ið fagnar arabiskari mentan og samstundis gevur sýrisku stjórnini friðarboð, ið siga meiri enn »túsund blaðgreinar og politiskar røður.« Nasrallah langar út eftir Ísrael Tað er meiri enn eitt ár síðan, at leiðarin av Hizballah, Hassan Nasraallah, alment hevur víst seg uttandura. Hetta var í samband við shiamuslimsku minningarhátíðina, »Ashura«, sum var hildin í farnu viku. Og hann varð væl móttikin av eini stórari áhoyrarafjøld, sum, sambært sjónvarpsrásini hjá Hizballah, taldi eina millión. Í røðu sínari eyðmýkti hann ísraelska partin við at kunngera, at hansara vápnaði felagsskapur hevur líkrestir av ísraelskum hermonnum í sínari varðveitslu. Við fleiri slíkum ógvusligum útsøgnum sipaði hann til, at ísraelski herurin lat hermenn liggja eftir á, hinumegin markið. Hann legði eisini afturat, at Hizballah var til reiðar til næsta bardagan ímóti ísraelum, men hesaferð fara hansara menn at gera varandi broytingar á alt økið í Miðeystri.