Áhaldandi ísraelsk bumbu- og rakettálop í fjúrtan dagar hava oyðilagt so at siga allar brýr, 80 prosent av øllum høvuðsvegunum, havnir, floghavnir, telefonstøðir, sjónvarpsstøðir, skúlar og sjúkrahús í Libanon. Tað fer at kosta minst seks milliardir krónur at umvæla samferðslukervið, men nógvar aðrar útreiðslur koma afturat.
-Avleiðingarnar fyri búskapin verða sera, sera ógvusligar, sigur nevndarformaðurin í libanska BLC-bankanum, Shadi Karam, við BBC. Hann sigur, at álitið á libanska búskapin er bumbað í sor. Harafturat kemur, at útlendskir íleggjarar, útlendsk arbeiðsmegi, handilsfólk og ikki minst tey útlendsku ferðafólkini stungu í sekkin og flýddu av landinum, tá kríggið byrjaði, og at tað kann gerast torført at fáa tey at venda aftur.
-Tí er tað ivasamt, um búskapurin nakrantíð kemur fyri seg aftur, sigur Shadi Karam.
Libanski búskaparfrøðingurin Marwan Iskander sigur við BBC, at Libanon missir 3,6 milliardir krónur í inntøkum orsakað av krígnum, men at tann búskaparligi missurin sum heild er umleið 12 milliardir krónur.
Undirmett Hizbollah
Í Ísrael eru fólk farin at ótolnast eftir, at herurin ger av við Hizbollah, og fleiri halda, at átakið hevur tikið alt ov langa tíð. Summi vísa á, at í 1967 basti Ísrael herunum hjá Egyptalandi, Sýrialandi og Jordan eftir seks døgum. Nú eru meiri enn 14 dagar farnir, síðani Ísrael fór í hernað við Hiabollah, og so seint sum í gjár segði ein av teimum ovastu generalunum, at átakið kann taka ein mánað afturat.
Dagurin í gjár var eisini ein tann ringasti hjá ísraelska herinum nakrantíð, tá níggju ísraelskir hermenn lótu lív í bardøgum við Hizbollah-menn stutt norðan fyri markið. Nógvir aðrir vórðu særdir.
Í morgun vóru aftur harðir samanbrestir, og Hizbollah vísti, at rørslan er alt annað enn niðurbard, tí fleiri rakettir vórðu skotnar suður um markið uttan tó at gera stórvegis skaða.
Aftur fundur
Í dag er fundur í Malaysia um viðurskiftini í Miðeystri. Tað er tann asiatiski felagsskapurin ASEAN, sum heldur fund, og millum luttakararnar er amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, ið kemur beinleiðis av fundinum í Rom í gjár.
Eygleiðarar í Kuala Lumpur vænta ikki, at Rice fer at fáa stuðul á fundinum í ASEAN, tí fleiri av limalondunum kunngjørdu aftan á fundin í Rom í gjár, at tey krevja vápnahvíld í Miðeystri beinanvegin.
Rættiliga óvæntað kunngjørdi iranska uttanríkisráðið í morgun, at landsins uttanríkisráðharri, Manouchelr Mottake, fer at taka lut á fundinum í Malaysia. Tað er tó óvist, um hann fer at tosa við sín amerikanska starvsbróður