Liam vil steðga familjustríð

Liam Gallagher úr bólkinum Oasis, er troyttur av stríðnum, ið er í familju hansara. Hann vil verða gubbi hjá børnum beiggja hansara, Noel, sum eisini var við í Oasis. Men hetta krevur, at teir fáa betri viðurskifti hvør við annan. Beiggjarnir báðir hava ikki tosað saman, síðani Noel fór úr Oasis í August 2009. Nú sær Liam tó ein enda á trupulleikunum.

- Eg tosaði í telefon við børnuni hjá Noel nú ein dagin. Eg helt, at tað var hansara 11 ára gamla dóttur, men tað var sonur hansara, ið bara er 4 ára gamal. Tá hann kallaði meg ,,Liam gubba”, hugsaði eg, at nú mátti hetta stríðið enda.

Sjálvt um Liam aftur vil tosa við beiggja sín, angrar hann ikki tað, sum hann hevur sagt.

- Eg angri onki. Eg eri broyttur eitt sindur, men eg eri enn tann sami. Hetta má Noel góðtaka. Eg fari ikki at broyta meg sjálvan, og tað eri eg vísur í, at hann eiheldur fer.

 

Stríðið var upp á sítt hægsta, tá Noel fyrr í ár ákærdi Liam fyri at hava skyldina í, at nógvar konsertir vórðu avlýstar. Noel segði, at tað var tí, at hann var fullur. Hetta vildi Liam ikki finna seg í. Hann helt, at hann mátti gera okkurt, fyri at seta bróður sín upp á pláss. Og at enda sigur Noel, at hann væl kann gera tað aftur, um Noel ikki vísir hóskandi atburð.