Liam Gallagher váttar, at hann og hansara nýggi bólkur nú fara at framføra løg hjá bólkinum Oasis, sum er farin í upploysn.
Beady Eye sangarin, sum áður hevur noktað at spæla sangir hjá Oasis á konsertum, váttar nú, at fjepparar kortini sleppa at hoyra løg sum Dont look back in anger og Half the World away, tá ið konsertir vera í framtíðini.
- Vit skulu spæla á Fuji Festivalinum í Japan í juli. Og vit fara at framføra Oasis løg, um nakar vil hoyra tey. Tað er avgjørt nú, at vit skulu gera tað. Vit hava altíð ætlað at framført løgini hjá Oasis, men vit vildu geva okkara nýggju fløgu eitt sindur av rúmd eisini. Eg eigi sangirnar líka so nógv sum Noel, sigur hann við bretska útvarpið XFM.
Liam hevur sleiri ferðir sligið fast, at hann eigur líka nógv í sangunum hjá Oasis, sum beiggin Noel, sjálvt um Noel hevur skrivað teir flestu.
Síðani Noel Gallagher fór úr Oasis í 2009, hevur tað verið køld luft millum beiggjarnar í vælumtókta bólkinum.