Óli á veg úr botninum

Heldur ikki í næstu royndini eydnaðist tað Christian Høgna Jacobsen og Vejle at fáa stig burturúr

DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
 Setningurin hjá Óla Johannesen og hinum Hvidovre spælarunum er greiður. Teir hugsa ikki um superliguna, sum Hvidovre fólkini droymdu um fyri bara hálvum øðrum ári síðani. Nú ræður tað um at sleppa burtur úr niðurflyingar suppuni. Hvidovre er framvegis á niðurflytingarplássi, men í vikuskiftinum styrktu teir ikki so lítið um sína støðu.
            Óli Johannesen og liðfelagarnir vóru í Odense. Mótstøðuliðið var B1913, og tað eydnaðist høvuðsstaðarfelagnum at sleppa um Stórabeltsbrúnna aftur við øllum stigunum. Úrslitið var 1?0. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraðu teir sigursmálið.
            Hjá Vejle gongur tað alt annað enn væl. Christian Høgni Jacobsen verður roknaður sum ein av stuðulsspælarunum. Hann er vongverji í høgru, men á venjingarleguni í Kina undan kappingarbyrjan vísti álopsmaðurin á føroyska landsliðnum, at hann er væl førur fyri at spæla á miðvøllinum.
            Men Christian Høgni er sjálvsagt ikki nøgdur við gongdina hjá Vejle. Í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin taptu teir á heimavølli, og hesa ferð taptu teir á útivølli. Teir vóru á Gentofta stadion, har B1903 áður hevði heimavøll. Nú er Gentofte stadion bara heimavøllur hjá HIK. Felagið hjá Ole Madsen, sum í seksti árunum var kendasti álopsspælarin í Danmark, hevur ongantíð staðið seg serliga væl, men nú eru teir í næstbestu deildini, og teir vóru nóg góðir at vinna 2?1 á Vejle. Gestirnir løgdu seg á odda, men heimaliðið javnaði í 1. hálvleiki og í 2. hálvleiki skoraðu teir sigursmálið.
            Oddaliðið Herfølge fekk málleysan javnleik í Fredericia. Frem er framvegis næstfremst, men Ole Mørch var alt annað enn nøgdur. Púra óvæntað tapti Frem á heimavølli 2?1 ímóti B1909, sum ikki hevur staðið seg væl í ár.            Horsens og Johan B. Hansen fingu 2?2 á heimavølli ímóti Ølstykke, og Randers Freja, har Atli Gregersen framvegis er í hópinum uttan at sleppa serliga nógv upp í part, tapti 4?2 á útivølli á Eysturbrúgv í Keypmannahavn ímóti Skjold.