Blóðið var heitt síðstu løtuna, tá ið Giza Hoyvík í vindi og regni seinnapartin á vøllinum við Skúlan á løgmannabreyt hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB.
Níggju ferðir hevði dómarin, Rúni Olsen, gula kortið á lofti, og fýra ferðir var tað síðstu lítlu løtuna. Heimamenninir sóu gult tríggjar ferðir, og gestirnir seks ferðir.
Heimaliðið vann 3-1. Tað ber við sær, at Giza Hoyvík nú hevur átta stig og harvið tvey stig fleiri enn HB. Giza Hoyvík er á sjeynda plássi, og HB er á áttanda plássi.
Dagsins maður hjá Giza Hoyvík var Óli Restorff Hansen, sum longu í sætta minutti og úr spískum í vinstru setti hol á, tá ið hann sendi bóltin dygst inn við nærra stólpan.
HB trýsti nógv fram ímóti steðginum, men tað eydnaðist ikki gestunum at javna.
Tólv minuttir eftir steðgin varð 2-0. Hugin á Borg Feber skoraði sítt fyrsta mál fyri Giza Hoyvík, og uppleggið átti Óli R. Hansen. Tveir minuttir seinni varð Óli R. Hansen tvífaldur málskjútti.
Beinanvegin eftir steðgin varð Ari Mohr Olsen skiftur inn á HB liðið, og tað var hann, sum átjan minuttir fyri leiklok minkaði um munin.
HB legði nógv fyri í royndini at vinna úrtøku, men tað eydnaðist ikki, og tað sást á fagnaðin eftir síðsta bríksl, at teir í Giza Hoyvík vóru ógvuliga fegnir. Á HB liðnum vóru fleiri, sum plaga at vera á beinkinum hjá besta liðnum – Hjalti Kárason Djurhuus, Heri Hjalt Mohr og Daniel Johansen. Veteranurin Rókur av Fløtum Jespersen, sum í fjør gavst á besta liðnum, var á HB liðnum.