Óli Mortensen vann í gjár silvur á Christiansborg Rundt 2016, sum næstskjótasti svimjari av øllum teimum umleið 3300 sum luttóku á 2 kilometra teininum, í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn. Tað skrivar svimjing.com
Hann var bara átta sekund aftanfyri vinnaran Matej Kozubek úr Kekkia, við 22:38 í mun til 22:30, meðan danski Marcus Krøyer Svendsen vann bronsu við 23.35.
Óli luttók fyri Hovedstadens Svømmeklub, men er sum kunnugt úr Havnar Svimjifelag. Hann og Alvi Hjelm úr Ægir hava í summar skift til hetta felag, nú teir eru farnir niður at lesa. Alvi gjørdist nummar 10, í kappingini í gjár.
Úrslitalistarnir eru at síggja á copenhagenswim.com. Afturat Óla luttóku í øllum førum føroysku Alvi Hjelm, Frans Johannesen, Jon Hestoy og Oluffa á Høvdanum.










