Óli vann gull í Danish Open

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi hevur í kvøld framt eitt bragd í stóru donsku svimjikappingini.

Fleiri føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum í Danish Open, har fleiri teirra í dag høvdu svomið seg í finalur.


Í 800m frí eydnaðist tað Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelagi at vinna gull. Hann vann við tíðini 8:10.94, sum er persónligt met. Svimjing.com skrivar, at gamla metið var 8:38.93 frá evropeisku leikunum í Baku í fjør.


Í 400m blandað var Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag um reppið at svimja seg til heiðursmerki í A-finaluni. Hon gjørdist nummar fýra við tíðini 5.01.59.


Í 200m blandað vann føroyski danin í Esbjerg, Frans Johannesen, gull við tíðini 2:05.31. Á sama teini gjørdist Alvi Hjelm úr Ægir nummar fýra við tíðini 2:08.13, ið er nýtt persónligt met.


Allar tíðir og øll pláss hjá føroyingunum eru at síggja á heimasíðuni hjá Svimjisambandi Føroya HER.